Glemt din bookingkode?

Tíðarbílegging

Vælkomin til bíleggingarsíðuna av tennisvallunum hjá Havnar Tennisfelag. HTF hevur tveir tennisvallir. Møguligt er hjá limum í HTF at bígeggja ein vøll á gangin í ein tíma so ofta man ynskir. Tad er tó ein treyt, at bædi tú, og tann, sum tú spælir ímóti, eru limir í HTF.

Skriva títt fartelefonnummar og bíleggingarnummar í teigin í erva. Tá tú hevur innritað, fylgir tú flow´inum. Tad er umráðandi at tú, áðrenn tú endaligar váttar bíleggingina, skrivar navnið á viðkomandi, sum tú spælir ímóti, og at hesin eisini er limur í HTF. Verður hetta gloymt, ella viðkomandi ikki er limur, er bíleggingin ikki galdandi og verður strikað. Tá bíleggingin er avgreidd, fært tú eina kvittan sendandi vid telduposti. Minst til altíd at feiða vøllin 5 min. áðrenn tíðin er av, so klárt er hjá teimum, id hava næstu tíðina, at spæla tá leigutíðspunktið byrjar.

Minst til, at bíleggingarnummarið er persónligt og má ikki latast øðrum. Eru spurningar, skriva endiliga til HTF á htf@tennis.fo

Nyggir brúkarar

Tekna teg sum lim á Kunningarstovuni/Visit Tórshavn. Limagjadið fyri 2020 er kr. 300 fyri børn/lesandi/lærlingar/pensionistar og kr. 500 fyri vaksin. Bæði tú, og tann, sum tú spælir ímóti, mugu vera limir í HTF. Kunningarstovan stovnar eftirfylgjandi ein brúkara til tín til hesa skipanina og tá fært tú eitt bíleggingarnummar sendandi við SMS. Tá tú hevur innritað, kanst tú broyta bíleggingarnummarið til eitt annað, sum er nemmari at minnast til. Fylg sídandi punktinum omanfyri viðvíkjandi tíðarbílegging.